_QQL5340

CPOP ráðstevna í Føroyum

Dagarnar 30. septembur og 1. oktobur 2021 skipar CP Føroyar fyri CPOP ráðstevnu um norðurlendsku heilsuskipanina CPOP (Cerebral Parese Opfølgnings Program) á Hotel Føroyum. Á ráðstevnuni luttaka limir úr CPNorden netverkinum.

Á ráðstevnuni verður umrøtt, hvussu vit best koma í gongd við CPOP skipanini í Føroyum.

Á skránni vera áhugaverdar framløgur og fyrilestrar við bæði føroyskum og útlendskum luttakarum.

Nærri skrá verður lýst seinni.

Ráðstevnan er ætlað øllum sum hava áhuga fyri CP, bæði fólk við CP og teirra avvarandi, almennum myndugleikum og stavsfólk, sum hava fakligan áhuga fyri CP.

Tað er ókeypis at luttaka, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi 27. september við at senda ein teldupost til cp@cp.fo.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.