Endurskoða lóg um avlamisbilar:
Tað er ikki nóg mikið at seta gomlu greinina í lógini um Almannatrygd – og tænastur í gildi aftur. Heldur skulu betri atlit til støðuna hjá umsøkjara takast. Eisini má havast í huga, at fólk við breki ofta eru í láglønarbólki, og tískil ikki hava fíggjarligar møguleikar til at ogna sær bil uttan eina stuðulsskipan.Harafturat eigur umbygging av bilum at fara fram í Føroyum, soleiðis at eigarin fær møguleika, so tillagingarnar eydnast væl. Bilurin er eitt hjálpartól hjá eigaranum, og skal síggjast sum tað í lógarverkinum.
Endurskoða reglur um stuðulsfólk
Tað er neyðugt hjá teimum, sum hava tørv á døgnstuðli, at fáa møguleika at búgva í egnum heimi og at virka í gerandisdegnum. Sum reglurnar eru nú, sleppa hesi fólk ikki at flyta út frá foreldrum ella øðrum avvarandi, tí stuðulstænasta ikki er alt samdøgrið.
Somuleiðis er tørvur á, at fáa eina reglu í lógina um, at til ber at fáa fylgjara til sumt, uttan at man er partur av ávísari stuðulsjáttan. Uttanlands nýta tey skipan við “klippikortum”, soleiðis at fólk fáa eina tímajáttan um árið, so viðkommandi sjálv/ur ger av, hhvussu hesir tímar skulu nýtast. Møguliga til eitt tiltak, ella til eitthvørt persónligt, ið man ikki ynskir, at húsfólkið skal vera ein partur av.
Fáa brekískoyti í skipanina hjá Studna
Fyri at sleppa undan at noyðast at søkja Almannaverkið, fyri at fáa fíggjarligt ískoyti tá ið man er lesandi við breki, og ikki hevur møguleika at hava lestrarstørv fyri at økja um inntøkuna, meðan man er lesandi, eigur eitt brekískoyti at verða lagt inn í almennu studningsskipanina, soleiðis at umsóknarleisturin verður skjótari og smidligari. Og hetta brekískoyti skal ikki mótroknast øðrum veitingum frá Almannaverkinum.
Grannalond okkara hava hesa skipan. Tær eru ymiskar, men felags er, at man ikki nýtist at fara umvegis eina sosiala skipan, fyri at fáa eitt rímiligt ískoyti til ein lestrarstuðul.
Ein borgari fær eina upphædd (arbeiðsbúgving) frá AV. Um borgarin so fer í skúla og fær studning, verður fyrra upphæddin mótrokna tí sum verður útgoldið frá Studna.
Vónandi verður ljós varpað á hesi evni.
Heilsan
Nevnd og limir í CP Føroyum