MSD

Fyrilestur við Mattias Stølen Due

Ert tú limur í felagnum CP Føroyar, so kunnu vit bjóða tær á áhugaverdan fyrilestur, ið familjuhúsið MEA skipar fyri í Smæruni hóskvøldið 23. sept. kl 20. Fyrilesturin kallast “Tá ið snor, kukkur og spýggja bjóðar parlagnum av”, og er við Mattias Stølen Due, sálarfrøðingur og stjóri fyri Center for Familieudvikling í Keypmannahavn. Fyrilesturin er um avbjóðingar, ið ein kann møta í parlagi og samlívi, ið kann verða merkt av ymiskum í m.a familjulívinum. Meir kann lesast um fyrilestur og fyrilestrarhaldara her: https://www.mea.fo/…/fyrilestur-vi%C3%B0-mattias-st%C3%B8le

Fyrilesturin er ikki skipaður soleiðis, at hann er rættaður at breki, men kann hugsast at verða viðkomandi, gevandi og kveikjandi fyri ein og hvønn, ið hevur áhuga innan evnið.

Vit hava avmarkaða nøgd av atgongumerkjum, ið vit geva limum felagsins ókeypis, so tað er “først til mølle”.

Hevur hetta tín áhuga, so kanst tú venda tær til CP Føroyar við at senda boð her á síðuni ella við at senda tpost til cp@cp.fo.
Freistin at svara er sunnudagin 12. sept.