634275997_1649354519749254_1591899455743502317_n

Fyrsti nevndarfundur í 2026

Nevndin 2026-2027:

Katrin Dagbjartsdóttir, formaður

Hanus Olsen, næstformaður

Ester Eysturskarð, peningarøkil

Christina Johannessen, skrivari

Arni Zachariassen, nevndarlimur

Levi Hanusarson, tiltakslimur

Pól Andrias Larsen, tiltakslimur

Nevndin avgjørdi at hittast  annanhvønn mánaða, og næsti fundur er ásettur til 21 apríl kl. 17.00 í MEGD húsinum.

Nevndin er samd um arbeiða í tí ferð orka er til.  Sum byrjanar evni eru í uppskoti hugnakvøld fyri at savna limirnar, møguliga við fyrilestri  –  t.d. við serkønum ortopedi og neurologi, í sambandi við at teir eru í føstum arbeiðsørindum í Føroyum.

Byrjanartankin við felagnum fyri meira enn 40 árum síðani, var at byggja egnaðan bústað til limirnar. Nevndin fer at hyggja nærri at hesum møguleika.

At finna hættir at økja inntøkur er eisini eitt mál.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.