pexels-porapak-apichodilok-346885

Hví lýsir grønt ymsastaðni í Føroyum sunnudagin 6. oktobur?

Sunnudagin 6. oktobur 2024 er Altjóða Cerebral Paresu dagur.

Liturin hjá Cerebral Paresu (CP) er grønur. 

Fyri at varpa ljós á CP, hevur CP Føroyar heitt á ymiskar stovnar og kommunur í Føroyum um at lýsa grønt. Gleðiliga hava Tunnilsfelagið, Fólkakirkjuna, Tórshavnar Kommunu og Varpið játtað at stuðlað menniskjum við CP í Føroyum við at tendra grøna ljósið í:

  • Eysturoyartunlinum
  • Hoyvíkar Kirkju
  • Trappuni í Vágsbotni,  á Vaglinum og á brúnni um Sandá í Tórshavnar Kommunu
  • Varpinum í Klaksvík

Hvat er CP?

CP er stytting av diagnosuni Cerebral Paresa. “Cerebral” merkir “heili” og “Paresa” merkir “lamni”. Hetta merkir, at lamnið kemur av skaða í heilanum og t.d. ikki av skaða í rygginum. Cerebral Paresa varð fyrr nevnt “spastiskt lamni” á føroyskum. CP er ein íkomin heilaskaði í móðurlívi, undir føðing ella heilt tíðliga í lívinum. Tað er sera ymiskt frá persón til persón, hvussu nógv rørsluligt tarn ein fær av CP. Tær rørsluligu avbjóðingarnar kunnu t.d. vera manglandi ella viknað tamarhald og styrki í vøddunum. Tað kann hava við sær niðursett førleikastøði, sum t.d. broyttur kropsburður, skerdur gonguførleiki og trupulleikar við at skriva, tekna ella tosa.

Í Føroyum eru um 100 fólk sum hava CP og hóast avbjóðingar, eru fólk við CP partur av samfelagnum og hava sum ofta somu førleikar sum onnur, ganga í vanligum skúla, taka útbúgvingar og ganga til arbeiðis sum flestu føroyingar, meðan onnur við CP hava størri avbjóðingar og hava tørv á meira stuðli fyri at megna dagin og vegin. Meir kunning um CP og um áhugafelagið CP Føroyar kann finnast á www.cp.fo

Allir føroyingar kunnu verða við at stuðla! Hetta gert tú við at taka myndir av grøna ljósinum og leggja út á sosialar miðlar og tagga CP Føroyar.