pexels-porapak-apichodilok-346885

Í dag er altjóða CP dagur!

Í dag, 6. oktobur, verður altjóða CP dagur hátíðarhildin kring heimin. Hesin serligi dagur verður av einstaklingum, avvarðandi og felagsskapum nýttur, at varpa ljós á Cerebrala Paresu og á rættindini hjá teimum, sum hava CP.

Á heimasíðuni hjá World CP Day lýsa tey endamálið við degnum soleiðis:

Altjóða dagur fyri Cerebrala Paresu, 6. oktobur, er ein rørsla av menniskjum við CP og teirra familjum, og felagsskapunum, sum stuðla teimum, í fleiri enn 75 londum. Okkara endamál er at tryggja at børn og vaksin við CP hava somu rættindi, atkomu og møguleikar sum ein og hvør annar í okkara samfelagi. Tað er bara saman, at vit røkka á mál.

Hesum kunnu vit í CP Føroyar bara taka undir við. Sambært endamálsorðingini hjá felagnum, virka vit fyri júst hesum rættindum og møguleikum.

CP Føroyar ynskir at vera upplýsandi og stuðlandi viðvíkjandi CP, bæði fyri einstaklingin við CP, teirra familju og fakfólkini kring tey. Umframt hetta, ynskir felagið at hava ein aktivan og jaligan leiklut í almenna kunnleikanum um og fatanini av CP í Føroyum.

Altjóða CP dagur verður av CP Føroyum hildin við virksemi á sosialu miðlunum. Vitja okkara Facebook og Instagram vangamyndir fyri at síggja meira og luttaka.