elsass-prisen

Katrin og CP Føroyar heiðrað

Í dag, 24. august 2021, var árliga heiðurshandanin av Helene Elsass virðislønini, sum CP Danmark og Elsass Fonden lata.
H.K.H Prinsessa Benadikte, sum er protektor hjá bæði CP Danmark og Elsass Fonden, avdúkaði vinnaran, sum í ár gjørdist CP Føroyar og Katrin Jacobæus. Katrin er fysioterapetur og forkvinna í CP Føroyum.

Katrin hevur fingið virðislønina fyri sítt stóra og eldhugaða arbeið fyri menniskjum við cerebralari paresu í Føroyum. Við virðislønini eru 150.000 kr.
Helena Elsass virðislønin verður veitt einum persóni, sum hevur gjørt eitt serstakt arbeið fyri menniskju við Cerebralari Paresu, og tað er júst tað, sum ársins móttakari hevur gjørt. Uttan annað motiv, enn at hjálpa øðrum menniskjum, hevur Katrin arbeitt við at betra umstøðurnar hjá menniskjum við Cerebralari Paresa í Føroyum.

Katrin hevur gjørt hetta gjøgnum sítt arbeið, sum fysioterapetur á Landssjúkrahúsinum, og sum forkvinna í CP Føroyum.

Pia Allerslev, landsformaður í CP Danmark, sigur: “De geografiske vilkår og det forhold, at der kun er relativt få mennesker på Færøerne, der har CP tæt inde på livet, gør det ekstraordinært udfordrende at arbejde frivilligt for at forbedre vilkårene for mennesker med CP. Derfor er jeg utrolig stolt over, at vi med Helene Elsass Prisen kan påskønne og støtte det enormt værdifulde arbejde, som Katrin og CP Foreningen på Færøerne udfører. Prisen kan ikke falde et bedre sted.”

Í dag er ein fagnaðardagur fyri CP Føroyar og fyri allar føroyingar við Cerebralari Paresu og teirra avvarandi!

Les meir um virðislønina her

l

Les meir um Cerebrala Paresu her