Rógving

Kom og rógv

Mikudagin 15. mai høvdu Parasport og CP Føroyar eina opna bólkavenjing í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag (HR) og tvey dugnalig fysioterapeutlesandi løgdu lag á hjá teimum uppmøttu.

Venjingin gekk væl, tó vóru ov fáir luttakarar til at byrja eitt venjingartiboð. Tað verður tí eingin venjing komandi mikudag.

Parasport, CP Føroyar og Havnar Róðrarfelag ynskja at hetta verður eitt vikuligt venjingartilboð fyri fólk við kropsligum tarni. Tí fara vit at skipa fyri einari nýggjari venjing, hendan venjingin verður við tilmelding. Venjingin verður løgd til rættis eftir hugtakinum “adaptive rowing”, har tillagingar kunnu gerast á maskinuni. Hygg her: https://www.concept2.com/indoor-rowers/adaptive-rowing

Øll áhugað kunnu halda seg dagførd her á heimasíðuni og á facebook-síðuni hjá CP Føroyum. Vit síggjast 🙂