Mynd

Kom og rógv

Parasport og CP Føroyar skipa fyri eini bólkavenjing mikudagin 15. mai kl 17.00-18.00 í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag, við vón um at byrja eitt vikuligt venjingartilboð.

Venjingin er ókeypis og venjari kemur at leggja lag á. CP Føroyar og Parasport kunnu ikki veita stuðlar, tó eru fólk vælkomin at hava stuðul við. Vegleiðandi aldur: 15 ár +.

Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Parasport ella CP Føroyar.

Les meira á Facebook: Rógving fyri fólk við CP og øðrum kropsligum tarni | Facebook