_QQL5784

Læring hjá børnum við CP

22. september kl 16-17 (fø tíð) hevur CP Danmark eitt webinar um læring hjá børnum við Cerebralari Paresu. Málbólkurin er lærarar og starvsfólk í skúlanum, sum undirvísa børnum við CP – serstakliga í innskúlingini.

Tað er ókeypis at luttaka, men neyðugt er at melda til við at senda ein teldupost til Trine Kamp Larsen á tkl@cpdanmark.dk.

Evnið er: Hvønn týdning hevur heilaskaðin cerebral paresa fyri tilgongdina hjá barninum til innlæring og undirvísing í skúlanum? Hvussu stuðlar man best møguliga næminginum í at læra og luttaka í undirvísingini og í ein mun eisini í felagsskapinum í skúlanum, og kunnu smávegis broytingar gerast, so tímarnir hóska best møguligt til næmingin, hóast serligu avbjóðingarnar, sum eru tengdar at diagnosuni? Hetta koma vit inn á í webinarinum, sum er málrættað til lærarar og starvsfólk á skúlaunum, sum eru um næmingar við cerebralari paresu serstakliga í innskúlingini.

Tað er sálarfrøðingurin Louise Bøttcher frá Danmarks Institut for Pædagogik og Uddannelse, sum undirvísir. Louise hevur í sínum gerandisstarvi og gransking serligt fokus á innlæring hjá børnum við breki.