Leygardagin 14. september 2025 kl. 15.00 skipar CP Føroyar fyri Meirathon á Vaglinum í Tórshavn.
Tiltakið er eitt atkomuligt og fjølbroytt rørslutiltak, har øll kunnu luttaka – eisini fólk við rørslu- og menningartarni, sálarligum avbjóðingum og avvarðandi teirra. Dentur verður lagdur á felagsskap, rørslu og gleði – ikki kapping.
Hvat hendir?
- Løtt og atkomulig rørsluleið úr Tórshavn og út á Boðanes og aftur
- Tú kanst ganga, verða skumpað/ur, brúka hjálpitól ella renna – og tú nýtist ikki at fara alla leiðina
- Smáir aktivitetir og upplivingar á leiðini
- Øll, sum melda seg til, fáa Meirathon-t-shirt
- Kostnaður: 50 kr. pr. luttakara
Tilmelding
👉 Melda teg til á: www.atgongumerki.fo/3348321/meirathon-felags-gonga-renning-fyri-oell
Til tykkum sum limir í CP Føroyum
Vit vóna, at tit vilja luttaka og gera hendan dagin til eina gleðiliga rørsluuppliving fyri øll. Um tit hava serlig ynski ella tørv, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.