_QQL5554

Móttøka hjá CP Føroyar

CP Føroyar bjóðar øllum áhugaðum til móttøku í MEGD húsinum!

Fríggjadagin 11. juni kl. 16:00 verður móttøka í samband við at Spastikarafelagið skiftir navn til CP Føroyar, fær nýggja heimasíðu og nýggjan grafiskan samleika.

“CP” er ein stytting fyri “Cerebral Paresa”. Cerebral merkir “heili” og Paresa merkir “lamni”. Cerebral Paresa er diagnosan, sum aloftast liggur aftanfyri spastisitetin.

Á skránni verða røður, sangframførsla og verður heimasíðan løgd fram. Aftaná tiltakið verður drekkamuður.

Tiltakið verður eisini stroymt beinleiðis á síðuni hjá CP Føroyar á Facebook.