NB Fysioterapi byrjar eitt nýtt venjingartilboð, ið er ætlað fólki við neurologiskari sjúku. Tey fara at skipa hetta venjingartilboð sum liðvenjing, og ætlanin er at hava tvey ymisk lið, har luttakarar vera deildir út á annað liðið, alt eftir hvørjar kropsligar førleikar viðkomandi hevur. Við at gera tveir bólkar, kunnu tey betri venja fólk á teirra kropsliga støði, og harvið fáa meir burturúr hvørjari venjing.
Tey bjóða fólki úr ymsum diagnosubólkunum, ið grovum trekkum hava tørv á somu, ella líknandi venjing.
Tey bjóða limum úr:
- Parkinsonfelagið
- CP Føroyar
- Sclerosufelagið
- Heilafelagið
Staðseting
Í klinikkini hjá NB Fysioterapi á Niels Finsensgøta 8, 100 Tórshavn
Byrjan
Liðvenjingin byrjar í viku 8, og hvørt venjingarskeið varar í 4 vikur.
Kostnaður
Prísir svarandi til sáttmálan hjá Fysioterapeutfelag føroya og Heilsutrygd
Tilmelding
Skriva teldupost til nb@nb.fo
(Hetta er sent til CP Føroyar frá Niklas Reginsson)