Í 2021 varð navnið á felagnum broytt til CP Føroyar. Hetta er gjørt fyri at sjónliggera tað brek, ið sum oftast liggur aftanfyri spastisitetin: nemliga Cerebral Parese, ið merkir lamningur á heilanum. Harafturat er “CP” brúkt av feløgum í øðrum londum, so at brúka CP gevur eitt meir altjóða navn, ið er meir afturkenniligt enn gamla heitið.
Framvegis hevur felagið tó í síni endamálsorðing sum málbólk: umframt fólk við CP, so eisini fólk við øðrum líknandi lamningi. Hetta fyri at felagið kann fevna um onnur, ið møguliga hava spastiskar vøddar, ið skyldast onnur tarn ella sjúku enn CP.
Samstundis sum felagið fekk nýtt navn, varð nýtt búmerkið eisini tikið í brúk í 2021. Búmerkið er gjørt av Guðrið Syderbø, og vísir til tann við breki: “Eg eri eitt menniskja, sum hevur nakað at bjóða og sum hevur eina rødd”.
Myndin vísur heilan, ið verður raktur, tá talan er um CP. Andlitið vísir seg ótengt av aldri og kyni, so ein og hvør við CP kann kenna seg aftur í andlitinum. Og opni muðurin vísir, at vit øll hava eina rødd.
Sjálvt um røddin kann vera ymisk t.d kann vera merkt av CP, so røddin er avmarkað, so liggur í røddini hjá einum altíð meir enn tað talaða orðið. Í røddini liggur eisini, at eitt og hvørt menniskja hevur eina meining, samleika og rættindi. (frá kjaki á tráði 28. Jan.)