Ósjónligt CP í Føroyum

CP Føroyar luttekur árliga á norðurlendskari ráðstevnu um CP. Í ár er ráðstevnan, CP Norden, í Oslo og evnið er  “Ósjónlig CP og lætt motoriskt stig av CP (stig 1 og 2)”. Í hesum sambandi vilja vit sera fegin hoyra frá okkara limum, sum kenna seg aftur í at hava diagnosuna CP stig 1 ella 2. Tað hevði hjálpt okkum sera væl, um tit kundu svara spurningunum niðanfyri: