IMG_5727 (2)

Petö-endurvenjingarskeið 2025

Várskeiðið í 2025 verður í viku 9, 10 og 11 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Endurvenjingarskeiðið er fyri børn, við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum, í
aldrinum 0 til 14 ár.
Endamálið er, at børn innan hendan málbólk fáa møguleika at venja intensivt í 3
vikur fyri at betra um, ella viðlíkahalda teirra funktiónsstøði.
Treytin fyri luttøku er, at barnið hevur CP ella aðrar kropsligar avbjóðingar, og er
ávíst av barnalækna.
Venjingarnar eru 2 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna, í 3 vikur.
Neyðugt er, at foreldur/stuðul er við til venjingarnar. Ynskiligt er at tey, ið eru um
barnið dagliga, bæði frá stovni og heimi, kunnu verða við til vegleiðing í venjingum,
sum barnið eftirfylgjandi kann gera dagliga.
Venjingarnar ganga fyri seg í bólkum og tí er neyðugt, at børnini megna at arbeiða
í bólki.
Á venjingarskeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið og miðað verður ímóti, at
børnini á ein stuttligan hátt við sangi, spæli og rørslum, kunnu betra um teirra
rørslutarn.
Tilmeldingarfreistin er 19. feb 2025
Tit eru vælkomin at ringja 404668 ella 235467 um ivamál eru.