Petø1

Petö-endurvenjingarskeið fyri børn – heystið 2022

Nú verður aftur farið undir eitt endurvenjingarskeið fyri børn í aldrinum 0-14 ár, við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum. Næsta endurvenjingarskeiðið verður í viku 36, 37 og 38 (5. sept. – 23. sept.).

Endamálið er, at børn innan hendan málbólk fáa møguleika at venja intensivt í 3 vikur, fyri at betra um, ella viðlíkahalda, teirra funktiónsstøði.

Tilmelding fer fram við at ringja 404668 ella 235467.

Tilmeldingarfreistin er 12. august.

Um ein ynskir, fyri fyrstu ferð, at koma við til venjingarskeiðið, er neyðugt við ávísing frá barnalækna.

Venjingarnar eru 2 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna, í 3 vikur. Neyðugt er, at foreldur/stuðul er við til venjingarnar. Ynskiligt er, at tey, ið eru um barnið dagliga, bæði frá stovni og heimi, kunnu verða við til vegleiðing í venjingum, sum barnið eftirfylgjandi kann gera dagliga.

Venjingarnar ganga fyri seg í bólkum og tí er neyðugt at børnini megna at arbeiða í bólki. Tit eru vælkomin at ringja um tit ivast um tilboðið passar til títt barn.

Á venjingarskeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið og miðað verður ímóti, at børnini á ein stuttligan hátt við sangi, spæli og rørslum, kunnu betra um teirra rørslutarn.