Petö-endurvenjingarskeið fyri børn várið 2023

Nú verður aftur farið undir eitt endurvenjingarskeið fyri børn, við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum, í aldrinum 0 til 14 ár.

Næsta endurvenjingarskeiðið verður í viku 9, 10 og 11 (27. febr.-17. mars).

Endamálið er, at børn innan hendan málbólk fáa møguleika at venja intensivt í 3 vikur fyri at betra um, ella viðlíkahalda teirra funktiónsstøði.

Tilmelding fer fram við at ringja 404668 ella 235467.

Tilmeldingarfreistin er 30. januar.

Um ein ynskir, fyri fyrstu ferð, at koma við til venjingarskeiðið, er neyðugt við ávísing frá barnalækna.

Venjingarnar eru 2 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna, í 3 vikur.

Neyðugt er, at foreldur/stuðul er við til

venjingarnar. Ynskiligt er at tey, ið eru um barnið dagliga, bæði frá stovni og heimi, kunnu verða við til vegleiðing í venjingum, sum barnið eftirfylgjandi kann gera dagliga.

Venjingarnar ganga fyri seg í bólkum og tí er neyðugt at børnini megna at arbeiða í bólki. Tit eru vælkomin at ringja um tit ivast í, um tilboðið passar til títt barn.

Á venjingarskeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið og miðað verður ímóti, at børnini á ein stuttligan hátt við sangi, spæli og rørslum, kunnu betra um teirra rørslutarn.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.