Mynd © Hospitalsenhed Midt

Stórfingin peningargáva fer at tryggja tilboð fyri vaksin við CP

Tann 29 oktober í ár, vóru sera góð tíðindi kunngjørd fyri vaksin við CP í Danmark: stórfingin peningagáva frá Elsass Fonden – knappar 30 mió kr – varð latin til menna fyrsta habiliteringstilboðið fyri vaksin við CP í Danmark.

Í Danmark, verða børn við CP fylgd á eini barnadeild í barnaárunum, men samsvarandi tilboð eru ikki til vaksin. Men nú verður tað skjótt søga. Tí søguliga peningagávan frá Elsass Fonden á knappar 30 mió gevur nú Region Hammel Neurocenter í Sjúkrahúseind Midt møguleika at menna eitt ítøkiligt úgreiningar- og habiliteringstilboð fyri vaksin við CP.  

Peter Lindegaard, fyrisitingarligur stjóri í Elsass Fonden, sigur soleiðis um verkætlanina:

“Det har i årevis været et stort ønske for Elsass Fonden – og vores tætte samarbejdspartner CP Danmark – at sikre udvikling af et tilbud til voksne med cerebral parese, der i dag ikke tilbydes samme systematiske opfølgning som de yngste med CP. Vi er glade for, at det er lykkedes at etablere et projektsamarbejde med en så kompetent aktør som Regionshospitalet Hammel Neurocenter, som vi har fuld tillid til, kan løfte den vigtige opgave”

CP Føroyar fegnast um hesi tíðindi og tekur fult undir við Peter Lindegaard og CP Danmark. Í Føroyum er støðan fyri vaksin við CP tíverri meinlík henni í Danmark – og tískil á ongan hátt nøktandi. CP Føroyar ætlar at fylgja væl við hesi verkætlan, við í vón um, at tað eisini skal koma vaksnum føroyingum við CP til ágóða.

Les meira um týdningin av habiliteringstilboð fyri vaksin við CP.

(Mynd © Hospitalsenhed Midt.)