Aðalfundur

Stutt frá aðalfundinum hjá CP Føroyum

Mikukvøldið 15. mars var aðalfundur hjá CP Føroyum, og varð hann hildin í kantinuni í skúlanum við Løkin. Afturat vanligu skránni, sum standa í viðtøkunum, hevði Leif Olsen, sum er sosialráðgevi á Almannaverkinum, eina framløgu um, hvørjar møguleikar fólk við Cerebralari Paresu hava at søkja um stuðul til ymiskt frá Almannaverkinum sambært almannalóggávuni. Eisini var greitt frá møguleikum fyri arbeiðsfremjandi tiltøkum, fyritíðarpensjón, almannapensjónslógini og dagpengar vegna
sjúku.

Allir limir í nevndini stóðu fyri afturvali og Malan, Guðrið, Pól Andrias og Arni valdu ikki at stilla upp aftur. Katrin Dagbjartsdóttir stillaði upp. Katrin Jacobæus, Elna D. Dahl-Olsen, Súsanna á Váli og Poula R. Olsen vóru afturvaldar í nevndina og Katrin Dagbjartsdóttir er nývald í nevndina. Ester Eysturskarð og Christina Johannessen stillaðu upp til tiltakslim og vóru
báðar valdar.

Forkvinna Katrin Jacobæus helt ársfráðgreiðingina, har hon greiddi frá, hvat arbeitt hevði verið við seinasta árið, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman.
Tað sum hevur fylt nógv í nevndararbeiðnum seinasta árið er millum annað, at Elsassfonden hevur veri í Føroyum í trimum umførum og havt temadagar fyri fakfólki og fyri familjum fyri børn 0-18 ár. Eisini er CPOP skotið ígongd. Í september í fjør komu umboð úr CPOP Danmark og undirvístu privatar og fysioterapeutar og ergoterapetar frá LS í mannagongdini í CPOP. Síðan er hetta sett í verk í LS og avtalað er, at børnini vera kannað eftir mannagongdini hjá CPOP. Kanningin fer fram í sambandi við, at tey vera innkallað til neurolog og ortopæd.

Árið 2023 ynskja vit verður árið, har limirnar kenna seg sum ein týðningarfullan part og bjóða inn við hugskotum ella tiltøkum, sum CP Føroyar kann varpa út.

Á fyrsta nevndarfundi skipaði nevndin seg soleiðis:

  • Forkvinna: Elna Dam Dahl-Olsen
  • Næstforkvinna: Katrin Dagbjartsdóttir
  • Kassameistari: Katrin Jcobæus
  • Skrivari: Súsanna á Váli
  • Nevndarlimur: Poula Reinert Olsen

Ester Eysturskarð og Christina Johannessen eru tiltakslimir.