Hóskvøldið 5. mai var aðalfundur hjá CP Føroyum, og varð hann hildin í Smæruni. Afturat vanligu skránni, sum standa í viðtøkunum, hevði Elisabet Rodby Bousquet, sum er granskari og professari á universitetinum í Lund, eina framløgu umvegis Teams um, hvussu týdningarmikið tað er, at børn við CP fáa staðfest hetta tíðliga og at fyribyrgja heldur enn viðgera fyri at sleppa undan feilstillingum o.ø. Í Svøríki verða børn við CP kannaði regluliga av fakfólkið, so viðgerð og venjing verður rættað til, so sleppast kann undan pínu, sliti o.ø. hesi í so stóran mun sum gjørligt. Til dømis eru skurðviðgerðir falnar markant eftir at CPOP (CP Opfølgnings Program) byrjaði í Svøríki.
Tríggir limir í nevndini stóðu fyri afturvali og øll blivu vald inn aftur, so sama nevndin heldur fram.
Forkvinna Katrin Jacobæus helt ársfráðgreiðingina, har hon greiddi frá, hvat arbeitt hevði verið við seinasta árið, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman.
Tað sum hevur fylt og enn fyllir sera nógv í nevndararbeiðnum er, at CPOP skal byrjað í Føroyum, og tað verður sjósett 2. juni, tá tey børn, sum eru tilknýtt LS verða kannað við CPOP framyvir. Harafturat er ein verkætlan byrjað, har hagtøl um CP skulu útvegast.
Ætlanirnar fyri komandi árið er umframt at arbeiða víðari við CPOP og útvega hagtøl um CP millum annað eisini at hava limatiltøk, hava tiltøk saman við Elsass, sum skal geva fakfólki betri førleikar at arbeiða við fólki við CP og at geva foreldrum at børnum við CP meira kunning um CP og amboð at arbeiða við í gerandisdegnum.