Um CP Føroyar

CP Føroyar er heitið á áhugafelagnum (fyrrverandi “Spastiskarafelagið”) fyri føroyingar við diagnosuni cerebral paresa (CP) ella líknandi lamningi og onnur áhugað. Cerebral paresa (fø. orðabók: “heila lamni”) er ein íkomin heilaskaði í móðurlívi, undir føðing ella heilt tíðliga í lívinum.

Heilaskaðin er varandi, men versnar ikki. Tó eru fleiri møguligar kompleksar fylgjur av at hava CP, m.a. spastisitetur, rørslutarn, kognitivar og málsligar avbjóðingar. Eins og øll onnur, eru persónar við CP sera fjølbroyttir, og ongin er eins.

Føroysk hagtøl fyri CP eru ikki tøk, men í Danmark verður mett, at hvørt ár verða uml. 130 børn fødd við CP.

Hesum arbeiða vit fyri

CP Føroyar ynskir at vera upplýsandi og stuðlandi viðvíkjandi CP, bæði fyri einstaklingin við CP, teirra familju og fakfólkini kring tey. Umframt hetta, ynskir felagið at hava ein aktivan og jaligan leiklut í almenna kunnleikanum um og fatanini av CP í Føroyum.

Nevndin

Elna Dam Dahl-Olsen
Forkvinna
Ester Eysturskarð
Næstforkvinna
Súsanna á Váli
Skrivari
Katrin Dagbjartsdóttir
Nevndarlimur
Katrin Jacobæus
Kassameistari
Poula Reinert Olsen
Tiltakslimur
Signar Hilmarsson
Tiltakslimur
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.