Málið

Kognitivir trupulleikar kunnu eisini síggjast í málsligum trupulleikum. Tað kann vera, at barnið hevur trupulleikar við at skilja og nýta málið til at samskifta við og læra við. Barnið hevur kanska trupult við at finna tey røttu orðini og hevur trupult við at halda tann reyða tráðin í samrøðuni. Tað kann eisini vera, at barnið hevur trupult við at verða partur av eini samrøðu millum fleiri fólk.