Minnið

Ein annar kendur kognitivur trupulleiki fyri nógv børn við Cerebralari Paresu er trupulleikar við minninum. Tað kann vera, at barnið hevur trupult við at minnast bæði aftur í tíð – t.d. hvat er hent – og fram í tíð – t.d. avtalur um okkurt, sum skal henda.

Barnið gloymir kanska telefonnummur, avtalur og upplivingar. Ella gloymir, hvar ting eru løgd. Fyri nøkur er trupult at læra nýtt, og tað krevur ofta nógvar endurtøkur. Í skúlanum kann hetta til dømis geva trupulleikar, tá tabellir skulu venjast ella árstøl skulu minnast.

Hjálp til at minnast

Hevur barnið trupult við at minnast, ber til at:

  • Tøppa áminningar inn á fartelefonina
  • Hava myndir av teimum, sum man skal verða saman við á telefonini
  • Brúka smáar gular “post-it” seðlar
  • Nýta nógvar endurtøkur (yvirinnlæring), sum er ein effektivur háttur at loysa trupulleikar við minninum.