Spatialar funksjónir (Rúmligar funksjónir)

Spatialar funksjónir eru evnini til at ætta seg (orientera seg) í rúm og ætt, og tað kann vera trupult fyri nøkur børn. Tað kann merkja, at tað er trupult at fáa sokkar og skógvar at venda rættan veg.

Tal og bókstavir blíva kanska speglvend, og tað kann verða trupult at avlesa tabellir og grafar umframt at avlesa eina urskivu. Tað kunnu eisini verða trupulleikar við at meta um frástøðu.

Hav føst pláss

Um barnið hevur trupult við rúm og ætt, kann tað vera týðandi at hava føst pláss til tey ymisku tingini, tí man ofta gloymir, hvar man legði tey.