Kognitivir trupulleikar

– tann ósjónligi parturin av Cerebralari Paresu

Tá tú fært eitt barn við Cerebralari Paresu, er tað aloftast tað rørsluliga virkistarni, sum lagt verður til merkis fyrst. Men heilaskaðin, sum liggur til grund fyri Cerebralu Paresuni hjá barni tínum, kann eisini hava við sær kognitivar trupulleikar.

Misskiljingar um førleika evni

Nógv fara skeiv av kognitivum trupulleikum og halda tað vera vánalig førleika evni, men tað er púra skeivt. Serstakir kognitivir trupulleikar merkir ikki tað sama sum, at man ikki er ella kann blíva dugnaligur til at loysa uppgávur á einum høgum fakligum støði.

Týdningurin av at greina kognitivar førleika

Møguliga eru trupulleikarnir bert smáir og heilt týdningarleysir, men tað kann eisini vera, at teir kognitivu trupulleikarnir eru so týðandi, at teir darva møguleikanum hjá barnið tínum at luttaka í sosialum og fakligum samanhangum. Tað er tí sera týdningarmikið, at avdúka møguligar kognitivar avbjóðingar við eini neuropsykologiskari kanning, so barnið fær neyðugu hjálpina og stuðulin til at fáa fram sínar menningarmøguleikar og evnir so væl sum til ber.

Hvat eru kognitivir trupulleikar?

Okkara kognitivu evnir verða sæð sum vanlig, um vit megna at klára dagligu avbjóðingarnar uttan stórar trupulleikar. Til dømis at taka bussin í skúla, lesa eina matuppskrift ella at finna veg til eitt nýtt stað við einum korti.

Hevur man harafturímóti kognitivar trupulleikar, verður man dagliga bjóðaður av við til dømis at loysa einfaldar uppgávur, tá mann skal ætta seg, ella tá mann luttekur í sosialum samanhangum – og tað møðir og gongur út yvir lívsgóðskuna.

Um barn títt verður skjótt møtt ella hevur trupult við at fremja ávísar uppgávur, kann orsøkin vera ávísir kognitivir trupulleikar.

Tað er tí týdningarmikið, at barn títt fær eina neuropsykologiska kanning, so tað verður nágreinað, hvørjir kognitivir trupulleikar talan er um, og hvussu bøtt verður best møguligt um teir.

Hvat eru kognitiv evnir?

Tá tosað verður um tey kognitivu evnini, verður tosað um tær sinnisligu tilgongdirnar í heilanum, sum geva okkum evnini at tosa, gjøllhugsa um, hugsa og loysa trupulleikar. Tey kognitivu evnini eru ymisk frá fólki til fólk, og vit hava okkara styrkir og veikleikar á ymiskum økjum.

Tey hildu eg var býttur

Í skúlanum hildu lærararnir, at eg hevði trupult við at læra, og at eg ikki var so evnaríkur. Men so fann sálarfrøðingurin í felagnum útav, at eg hevði trupulleikar sjónini viðvíkjandi, so eg hevði trupult við at skriva og lesa sjálvur. Eg bleiv so móður. Men við hjálp frá Dictus skuldi eg ikki longur brúka tíð til at skriva og lesa sjálvur. So fór støðismetið upp.

Morten 32 ár, sum hevur prógv frá fróðskaparsetri