IMG_8372

Á vitjan í Danmark

Í farnu viku vóru Katrin og Elna í Keypmannahavn. Tær vóru á fundi við CP Danmark har evnið var, hvørji tilboð tey í CP Danmark hava til vaksin og avvarandi við CP. Tilgongdin til at fáa góð tilboð til limirnar í CP Føroyum, í samstarvi við CP Danmark, er nú byrjað.

Fyrsti liður er, at føroyingar kunnu tekna seg til talgilda tíðindabrævið hjá CP Danmark, sum kemur nakrar ferðir um mánaðin. Har kann ein fylgja við, hvat rørir seg innan CP økið.
Um tú ynskir at tekna teg til tíðindabrævið, skalt tú fara inn á heimasíðuna www.cpdanmark.dk, og nakað niðri á síðuni finnur tú bjálkan TILMELDING TIL NYHEDSBREV. Trýst á og fylg vegleiðingini. Síðani fært tú tíðinabræv á teldupost.

Eisini ber til at fylgja teirra kunning á facebook og twitter hjá CP Danmark.

Síðani gekk leiðin til Elsass Fonden í Charlottenlund har Helene Elsass Prisen 2023 var given Jacob Nossell.

Á myndini: Katrin Jacobæus, forkvinna í CP Føroyum, Mogens Wiederholt, stjóri í CP Danmark, Elna Dam Dahl-Olsen nevndarlimur í CP Føroyum, Frands Havaleschka Samskiftisstjóri í CP Danmark og Stine Stenholt Nielsen “Kursus – og projektmedarbejder”.