6. oktober er altjóða CP dagur og í tí sambandi verður eitt webinar, sum CP feløgini í Finnlandi og Svøríki skipa fyri.
Webinarið verður hildið á enskum og hevur yvirskriftina: Cerebral palsy & pain, mental fatigue and cognitive difficulties
Webinarið er fyrst og fremst til fakfólk, sum arbeiða við fólki við CP, men fólk við CP og teirra avvarandi eru hjartaliga vælkomin at luttaka.
Webinarið verður fríggjadagin 6. okt kl. 9-11 (fø tíð).
Les meir um webinarið her og melda teg til: https://cp-liitto.fi/cpwebinar