katirncp

Temadagar og workshops fyri fakfólk

CP Føroyar, Sjúkrahúsverkið og Almannaverkið hava avgjørt, at í 2022 skal serligt fokus setast á førleikamenning í samband við habiliteringina hjá børnum við Cerebralari Paresu. Tí er eitt samstarv sett í verk við Elsass Fondin í Danmark, hvørs endamál er, at betra um kvalitetin og samanhangin í habiliteringsinnsatsinum.
Elsass Fondurin, sum er ein granskingar- og vitanardepil fyri menniskju við CP, kemur tí til Føroyar og bjóðar temadagar til fakfólk og familjur í mai og novembur 2022.

Tilboðið koyrir á tveimum sporum:

  • Førleikamenning til fakfólk gjøgnum temadagar og workshops um nýggjastu vitanina innan CP og neurohabilitering. Talan er um 4 heilar dagar í 2022.
  • Eitt familjutilboð við 2 temadøgum fyri foreldur og einum aktivitetsdegi fyri alla familjuna, umframt møguleikan fyri familju-uppihaldi í Elsass Fondinum í Danmark. Byrjað verður við einum temadegi 31.05.22 og endar við einum temadegi 01.11.22 og aktivitetsdegi 02.11.22. Les meir um familjutilboðið her

Tema- og workshopdagarnir eru ókeypis og verða í hølum á Landsjúkrahúsinum.

Trýst á knøttarnar niðanfyri og síggj innbjóðing og skrá fyri allar dagarnar, umframt eina verkætlanarfrágreiðing.

Hava tit áhugað í at luttaka ella hava spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Katrin Jacobæus á katja@ls.fo ella á telefon 304641. Tilmeldingin fer fram við at skriva til: plb@elsassfonden.dk . Tilmeldingarfreistin er 10.05.2022.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.