Samskifti

Skrivað hevur Helena Højgaard, Voxia

At kunnu samskifta við onnur, soleiðis at tú ert vísur í at onnur skilja tað, tú roynir at siga, er av alstórum týdningi í menningini hjá lítla barninum. Nøkur børn við Cerebralari Paresu hava ongar avbjóðingar við at tosa.

Men, um títt barn við CP hevur samskiftisavbjóðingar, eru fleiri mátar og amboð, sum tú kanst læra tey at brúka í samskiftinum.

Hvussu ávirkar CP talu og samskiftið?

Í stuttum kann man siga, at CP kann ávirka hvussu samskipanin virkar millum vøddarnar, sum stýra munninum, tunguni, røddini og andadráttinum. Av hesi orsøk kann samskifti tarnast.

Nøkur fólk við CP klára ikki at framleiða nakað ljóð, meðan onnur klára at framleiða ljóð, men hava avbjóðingar við teirra rørslum, soleiðis at talan er torfør hjá øðrum at skilja.

Hagtøl vísa á, at tað er 1 útav hvørjum 4 við CP, sum ikki klára at tosa og yvir helvtin av øllum, sum eru fødd við CP hava onkrar talutrupulleikar.

Avbjóðingar við talu, sum børn við CP kunnu hava

CP hevur, sum nógv annað, ymiskar síður, alt eftir hvar heilaskaðin er. Eg fari at nevna tey trý sløguni niðanfyri, og hvat avbjóðingin er taluni viðvíkjandi:

  • Spastisk – Børn við spastiskari cp hava vanliga eina sein, óstøðugar munnrørslir, sum krevja nógva orku. Teirra tala er ofta ótýðulig og røddin ljóðar spent ella hás
  • Dyskinetisk – Børn sum hava hetta slagi, hava tað ofta trupult at stýra teirra andlits- og tungumusklum. Tey hava tað eisini trupult at stýra andadráttinum og stemmibondunum og eisini er tað trupult at eta og svølgja.
  • Ataktisk – Her er røddin ofta monoton og ljóðini eru ofta “luftkend”. Teirra tala er eyðkend av at tey halda ofta steðgir og so taka talan dik á seg. Tey hava tað eisini trupult við at svølgja.

Afasi merkir at missa málið. Avbjóðingarnar eru í flestu førunum orsakað av fylgjum av apopleksi, tað vil siga, einum blóðtøppi í heilanum ella einari heilabløðing. Orsøkir sum óhapp ella heilasvullar kunnu tó eisini úrslita í afasi.

Um man hevur afasi kanst tú uppliva avbjóðingar við at skilja, hvat onnur siga, við sjálv/ur at tosa, við at finna orðini ella gera setningar. Tá ið tú tosar kunnu orðini ljóða heilt skeiv.

Avbjóðingar kunnu eisini vera við at lesa, skriva og rokna.

Taluapraksi er eitt slag talu trupulleikum, sum ofta sæst saman við afasi, men, sum eisini kann koma einsamalt. Taluapraksi vísir seg sum avbjóðingar við útaluni: man hevur torført við at fáa taluljóðini søgd og ringt við at skifta frá einum taluljóði til tað næsta.

Um man hevur taluapraksi, skifta avbjóðingarnar allatíð. Eitt ljóð ella eitt orð kann kanska ljóða einaferð heilt rætt, men eina aðruferð, ber tað als ikki til at fáa sagt.

Dysatri merkir, at man hevur torført við at tosað orsakað av lamningi ella breki á stemmu gøgnini. Tað vil siga, at persónurin, kann hava avbjóðingar við at flyta og stýra vøddunum, sum man brúkar í talu, t.d. andadrátt vøddar, bark og háls, tungu, varrar, kjálki og góma.

Um man hevur dysartri, hevur man torført við at úttala orðini, variera talu tónalagið og talu skjótleikin er niðursettur.

Hvussu samskiftir eitt menniskja, sum hevur CP?

Fyrst av øllum er tað av alstórum týdningi at staðfesta, at vit øll samskifta upp á ein ella annan hátt – eisini fólk við Cerebralari Paresu. Avbjóðingin er tó tann, at tá fólk vera fødd við t.d. CP, kann tað gerast trupult hjá umsorganarpersónum at tulka tað, barnið hevur at siga, tí at tað kann víkja so nógv frá tí vanliga.

T.d. kann ein knapplig rørsla hjá einum barnið við CP tolkast ymiskt. Er talan um gleði, ótta ella vreiði? Ella hendi rørslan spontant?

Tað er ymiskt, hvussu vit sum mennisku hugsa um tað at samskifta. Nøkur hugsa, at, jú tað er, at man sigur okkurt við onkran, og viðkomandi hugsar og svarar so okkurt aftur. Tvs. at man skiftist um at senda og fáa boð, eitt nú málsliga ella á skrift. Hetta er eisini samskifti, men bert ein lítil partur av tí samlaða samskiftinum. 

Tá eg skrivaði mína serritgerð um Alternativt samskiftið (ASK) vóru eg og mín vegleiðari nógv inni á hvussu vit definera samskifti. Eg læs tá fleiri bøkur hjá norska psykologinum Per Lorentzen, har hann hevur eina heldur relationella tilgongd til samskifti, og hana havi eg borið við mær í mínum arbeiði. Hon ljóðar nakað soleiðis á føroyskum:

Samskifti má skiljast sum ein felags ábyrgd, sum minst tveir persónar uppliva og merkja, at teir eru partar av eini felags handling. Samskifti er eitt grundleggjandi partur av okkara tilveru sum menniskja.

Tað er í samskiftinum við onnur – í allarfyrstu byrjan av lívinum við okkara umsorgspersónar – at vit fáa møguleikan at verða tað sjávstøðuga menniskja vit eru. 

Samskifti skal síggjast sum ein grunnleggjandi mannarættur til menning. Ikki bara sum at fáa ella geva eini boð, men sum at vit eru saman, sum menniskir, um at skapa eina nýggja meining. 

Um tú hevur hug at lesa mít serritgerð, kanst tú gott senda mær ein teldupost, og eg kann senda tær eitt eintak.

CP og Alternativ og Stuðlandi samskiftið (ASK)

Nøkur børn við CP hava so stórar avbjóðingar við taluni, at tað er sera torført ella ómøguligt hjá teimum at samskifta verbalt. Tað er í hesum støðum, at ASK kemur inn í myndina, og kann hjálpa hesum børnum at samskifta, so tey fáa samband og skapa relatiónir við familju, stuðlar og onnur. 

Hvat er so ASK fyri nakað?

Børn, ung og vaksin við CP, sum partvís ella heilt mangla talumál, hava tørv á annaðleiðis og/ella stuðlandi samskiftisháttum. Nøkur hava tørv á samskiftisháttum, sum skal virka sum teirra talumál. Hetta kallast fyri annaðleiðis samskiftið. Á øðrum málum kennir man tað best sum alternativ kommunikation.

Onnur hava tørv á samskiftisháttum, sum stuðla undir teirra møguliga skerda talumál. Hetta kallast fyri stuðlandi samskiftið. Á øðrum málum kennir man tað best sum supplerandi kommunikation. Annaðleiðis og Stuðlandi samskiftið styttist ofta sum ASK (alternativ og supplerende kommunikation), og hetta velji eg at halda fast við, tá eg skrivi um hetta evnið.

Í stuttum kan man siga, at ASK er alt tað, sum hjálpur einum persóni at samskifta, tá talumálið ikki kann nýtast á skiljandi hátt.

Dømir um ASK er tekn til talu, myndir, grafisk tekn (symbolir) ella konkretir. Eisini kann atburður, handlingar og verumáti vera útrykk, sum mugu tolkast fyri at geva meining av øðrum, umtalast sum ASK. Viðhvørt kann tað vera hent at brúka hjálpitól, so at persónurin kann skilja og lata seg skilja. Dømi um hetta kann vera samskiftisbøkur, tematalvur, teldlar ella teldir.

Tað er av týdningi at skapa eitt gott málumhvørvið fyri persónin, sum hevur tørv á eini ASK loysn, og teirra samskiftispartnarum.

Kann eg gera sum foreldur?

Tað er nógv, sum tú sum foreldur kanst gera. Tá tú ert saman við tínum barni, kanst tú royna at fylgja barninum. Tvs. at tú letur teg vegleiða av áhuganum hjá barninum, og út frá tí tosa tit saman. Niðanfyri eru nøkur dømir um hetta:

  • Soleiðis kanst tú tosa meðan tit spæla – Meðan tú spælir saman við tínum barnið, ella ert liðugur við eitt spæl, set so orð á alt tað tú gert, og ert hervið vísur tú hvussu tað føroyska málið ljóðar og er.
  • Parallelt tos – Meðan tit sita og spæla saman, kanst tú seta orð á hvat tað er sum hendur. Til dømis um títt barn spælir við kubbar ella lego, kanst tú siga, “Tú byggur. Tú setir kubbarnar saman. Áh nei, nú brotnaði tað!”
  • Imitasjón – Hetta merkir, at tú kanst eftirlíkna tað sum barnið sigur og styrkja teirra málbrúk.
  • Leinging – Hetta merkir, at tú endurtekur tað, sum barnið sigur, og leggur t.d. eitt orð afturat. Til dømi um barnið sigur “hundur”, kanst tú svara, “stórur hundur”.
  • Víðkan – Hetta merkir, at tú leggur meira vitan afturat tí, sum barni hevur sagt. Til dømis um barnið sigur “hundur”, kanst tú svara, “Drongurin kelar hundinum”.
Hvat ger ein talulærari, um mítt barn tosar, men tað er torført at skilja tað?

Talulærarar eru útbúnir innan hetta økið, og tað er umráðandi at fáa fatur á einum talulærara til títt barn, um tað hevur talutrupulleikar. Í tí almenna rúminum er tað Sernám, sum veitir hesa tænastu, og so eru vit nøkur, sum arbeiða sum sjálvstøðug, sum kunnu bjóða eina tænastu til títt barn.

Talulærarin ger eina heildarmetan av tínum barni, setir nakrar málsetningar upp, og harfrá verður ein undirvísingarætlan sett í verk. Ofta inniber tað eisini heimavenjingar og møguliga venjingar á stovni.

Um títt barn tosar, men hevur tó avbjóðingar á hesum økið, tá arbeiðir talulærarin við at styrkja um musklarnar sum hoyra til taluna. Herundir andadrátt, tungu, varrar, barkin, nøs, gómi og tenn. Endamálið er altíð at miðað eftir barnið fær møguleikan at samskifta á ein hátt, sum ger at tað blívur skilt. Talulærarin kann arbeiða við hesum umráðunum:

  • Ljóðgerð (artikulatión)
  • Úttalu
  • Staming
  • Ljóð- og orðagerð
  • Lurta
  • Taluhædd
  • Mál og orðafeingiðsmenning
  • Talustyrki
  • Orðafatan
  • Samband millum orð og ting
  • At styrkja og stýra andadráttinum
  • Tyggja
  • Svølgja
  • At arbeiða við samskipanini og styrkjuni millum talumusklarnar.

Ágóðin av taluvenjingum er meira enn at betra um førleikar at skilja og tosa mál. Samskiftið er sera týdningarmikið í øðrum menningarøkjum, so sum kognitiv, sosial og kenslulig menning.