Fyrireikingar

Val av skúla

Tað er tú sum foreldur, barnagarðurin og umboð frá kommununi sum taka avgerð um, hvar barn títt skal ganga í skúla. Avgerðin tekur støði í menningarstiginum og viðgerðartørvinum hjá barninum.

Ráðgevingin í kommununum kring landið er ymisk, so set lít títt á egna búkkenslu og set teg í samband við CP Føroyar, um tú ert í iva.

Tað er ikki barn títt, sum skal verða klárt til skúlan –
tað er skúlin, sum skal verða klárur til barn títt.

Fyrireikingar áðrenn skúlabyrjan

Tað eru serliga fýra ting, tú skalt hava upp á pláss, áðrenn barnið byrjar í skúlanum.

1. Sig hvør barn títt er

Kanna um tú fært játtan til eina neurosálarfrøðiliga frágreiðing, áðrenn barnið byrjar í skúla.

Við eini slíkari frágreiðing í hondini kanst tú geva bæði komandi lærarum hjá barninum, hinum foreldrunum og eisini vinunum eina góða kunning um, hvat barnið hevur trupult við, bæði kropsliga og kognitivt. Les meira meira um kognitivar trupulleikar “Kognitivar avbjóðingar – tann ósjónligi parturin av cerebralari paresu”.

Endamálið við at halda eina framløgu fyri hinum foreldrunum er at gera virkistarni hjá barni tínum minni duldarfult, so barnið ikki verður “barnið við brekinum, sum neyðugt er at hava fyrilit fyri”, men t.d. “Mass, sum dámar at spæla fótbólt, sjálvt um hann ikki rennur so skjótt”. Um tær ikki dámar at tosa fyri nógvum fólki, so fá læraran at gera tað.

Tað er ikki meiningin, at hini foreldrini skulu fáa ta fatan, at barn títt kann tað sama sum hini børnini. Tí tað kann barn títt mest sannlíkt ikki. Men tað skal vera í lagi at vera øðrvísi og framvegis vera virðismett og viðurkend fyri tann, mann er.

Ger hini foreldrini trygg í mun til at hava barn títt heima til spæliavtalur og føðingardagar. Fortel teimum t.d., at tað altíð vil vera ein hjálpari við, ella at barnið lættliga kann fara einsamallur, so hini foreldrini ikki føla, at tey standa við eini ovurstórari ábyrgd.

Minst til, at tey vita so at siga einki um Cerebrala Paresu og spastisk lammilsi, og tí eru ótrygg við, hvussu nógvari hjálp, tørvur er á.

2. Teir fysisku karmarnir

Kanna hvussu atkomuviðurskiftini eru á skúlanum áðrenn skúlabyrjan. Um barnið skal brúka ov nógva tíð og alt ov nógvar kreftir at megna einfaldar praktiskar trupulleikar, eru tað tíð og kreftir, sum fara frá innlæringini og tí fakliga.

Eru nógvar trappur? Er tað lætt at finna runt? Hvar eru vesini í mun til skúlastovuna og skúlagarðin? Fyrireiki tykkum væl, so tær fysisku avbjóðingarnar ikki verða ein kleppur fyri tí sosiala lívinum og trivnaðinum hjá barninum.

3. Undirvísingartilfar

Um barn títt hevur tørv á serstøkum fyrireikaðum undirvísingartilfari í øðrum sniði enn tí vanliga, t.d. undirvísingartilfar við ljóði, so krevst vanliga ein eitt sindur langskygdari fyrireiking, tí tað er týdningarmikið, at undirvísingartilfarið er klárt við skúlabyrjan. Ein neuropsykologisk greining gevur eina góða mynd av, hvat undirvísingartilfar barn títt hevur tørv á.

4. Tøknilig hjálpartól

Tað kann vera, at barn títt hevur tørv á tøkniligum hjálpartólum so sum einum el-koyristóli, talimaskinu ella farteldu við ymiskum forritum, sum hjálpa.

Um so er, er týdningarmikið, at lærararnir hava eitt lutfalsliga góðan kunnleika til tey hjálpartól, barnið brúkar, so teir kunnu tendra eina maskinu aftur ella fáa eitt forrit, sum er steðga upp, at koyra aftur.

Eitt hjálpartól sum ikki virkar, er tað sama sum at seta barnið heilt uttanfyri – bæði fakliga og sosialt.